Betri vinir

Góðu foreldur

Vit arbeiða við ”Betri vinir” (Fri for mobberi). Hetta er ikki eitt stutttíðarátak, men eitt námsfrøðiligt amboð og ein mentan, sum vit í longdini fara at arbeiða við til tess at styðja upp undir trivnað og vinaløg hjá børnunum. Vit vóna, at tit stuðla fyribyrgjandi antihappingararbeiðinum, av tí at ”Betri vinir” er treytað av tykkara ágrýtni.

Happing skal steðgast, áðrenn gongd kemur í

Happing er vanliga nakað, vit seta í samband við skúlan. Serliga millum børn frá 4. til 7. flokk. Men happingin tekur seg upp longu í barnagarðinum. Tí er tað avgerandi at leggja uppí tíðliga, og er ”Betir vinir” av teirri orsøk ætlað teimum 3- til 8-ára gomlu. Krúnprinsessa Mary hevur tikið stig til at menna verkætlanina við íblástri úr avstralska felagsskapinum The Alannah and Madeline Foundation.

Eitt kuffert við námsfrøðiligum amboðum

”Betri vinir” er eitt kuffert við t.d. rytmuamboðum, Bamsuvini, massaguvegleiðing, samrøðutalvum og bókum soleiðis, at virði um tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi spælast og tosast inn í barnaflokkin.

Djørv børn siga frá

Málið við ”Betri vinir” er:

 

  •   at tolsemi og virðing seta dám á barnafelagsskapin í barnagarðinum

  •   at skapa eina mentan, har børn vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum
  •   at børnini lærara at svara arging og happing aftur

  •   at fáa teir mongu stillu eygleiðararnar virknir og at eggja teimum at    leggja uppí og verja hini børnini

Bamsuvinur

Maskotturin hjá ”Betri vinir” eitur Bamsuvinur.

Bamsuvinur fæst sum stór útgáva í ”Betri vinir”-

kuffertinum og sum lítil útgáva, ið børnini fáa ein í part av. Bamsan umboðar tryggleika og vinarlag –

og skal minna tey á at ansa eftir hvørjum øðrum og at

vera ein góður vinur.

Málbólkar

Betri vinir” er ætlað trimum málbólkum, og í kuffertinum eru lutir og amboð til allar tríggjar málbólkar:

 

  •   Námsfrøðingar: Námsfrøðingar fáa íblástur til at brúka "Betri vinir" í barnagarðinum og at fáast við ymiskt, sum styrkir um felagsskapin hjá børnunum.


  •   Foreldur: Foreldur eiga stóra samábyrgd av at fyribyrgja happing við at styðja upp undir trivnaðin og felgasskapin í barnaflokkinum. Tí hevur ”Øll kunnu flyta fjøll” m.a. orðað fimm ráð til foreldur, sum eisini síggjast á friformobberi.dk.

 

  •   Børnini: ”Betri vinir” ger torskildu samrøðurnar um arging og happing ítøkiligar fyri børn og gevur teimum amboð at handfara arging og at siga frá.

 

Um skipanin skal eydnast til fulnar, mugu vit samstarva og taka lut í arbeiðinum fyri at fyribyrgja happing.

 

Tit kunnu lesa meira um ”Betri vinir” á friformobberi.dk undir ”Forældre”. Her er eisini eitt barnarúm, har tit saman við barninum kunnu stuttleika tykkum við spølum og spæla við Bamsuvinin. ”Betri vinir” er eisini á Facebook. ( fri for mobberi )


Les meira um "Betri vinir" niðanfyri:

www.friformobberi.dk

www.barnabati.fo






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
annikaw@torshavn.fo

 

Leiðari: Annika W. Jacobsen
lok 1 / 22 57 84

Ljósástova
lok 2 / 29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
lok 3 / 29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
lok 4/29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
lok 5/29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
lok 6/29 00 64
spirar@torshavn.fo