Børn og kynsbúðning 0-7 ár
Børn og kynsbúningin 0 – 7 ár.
Í dagstovninum á Hamrinum er málið hjá okkum, at børnini skulu sleppa at mennast til heil menniskju bæði kropsliga og sálarliga. Hetta hevur við sær, at tey fáa eina jaliga tilgongd til kropsligu menningina og kynsliga samleikan. Vit vilja hjálpa børnunum at skilja, at tað er natúrligt at vera áhugað/ur í sínum egna kroppi, kyni og kynsbúning, eins og vit arbeiða við at læra børnini at virða mørkini hjá einum sjálvum og hjá øðrum.
Hvat er kynsbúning hjá børnum?
-
Hugur at kroppinum og teimum støðum, har tað er deiligt at nerta
-
Forvitni
-
Hugur til nærlív, holdið og at sansa
-
At tað kitlar í búkinum.
Sannroyndir:
-
Øll børn eru fødd við sínum seksualiteti. Hann má ikki koma í bland við vaksnan seksualitet.
-
Barnsligur seksualitetur er at hava eina góða kenslu á og í kroppinum – og eisini at tað kitlar í búkinum og forvitni.
-
Barnið sær tað ikki sum nakað seksuelt – tey skilja tað vanliga ikki fyrr enn, tey koma í pubertetin.
Munur á børnum og vaksnum:
-
Avgerandi munurin millum barnsligan og vaksnan seksualitet er, at tann vaksni seksualiteturin er tilvitaður, og tað er tann barnsligi ikki.
-
Barnsligi seksualiteturin savnar seg fyrst og fremst um barnið sjálvt – hann er ikki ætlaður øðrum menniskjum.
Hvat er vanligt:
0 – 3 ár
-
Kanna seg sjálv, standing, kennist væl at nerta við kynsgøgn, hyggja at og nerta við kroppin á øðrum, vísa seg, vera áhugað í og spyrja um, avmarkað seksuelt spæl við javnaldarn(t.d. vísa rumpu), avmarkað vitan um tað at vera við barn og at eiga, kanna kynsliga samleikan.
3 – 7 ár
-
Nerta við kynsgøgn, kanna hvønn annan og vísa seg fyri hvørjum øðrum, verða stigvíst tilvitað um, at rumpuspøl eru “privat,” spæla kannandi spøl (t.d. lækna) við sínar javnaldrar, avmarkaða vitan um at vera upp á vegin og at eiga, kanna kynsliga samleikan.
Natúrligi og góðtikni atburðurin áðrenn pubertetin:
-
Sjálvboðin, sínámillum- og javnboðin atburður – ofta í vinaskarum.
-
Forvitni og spontanitetur setur dám á atburðin – ikki angist, vreiði ella skomm.
-
Seksuelli áhugin er javnvigaður við øðrum ítrivum, t.v.s. at hann sæst í tíðarskeiðum og hvørvur aftur.
-
Atburðurin fækkast, tá ið tey vaksnum uppdaga hann.
Hvat er ikki góðtikið?
-
Atburður tvørtur um aldursbólkar.
-
Tvingsil, her eisini trýst, mutur og hóttan.
-
Tá ið spælið tekur ræði frá børnunum soleiðis, at tey gloyma tær góðu spælireglurnar.
-
Spøl hjá børnum á ymsum aldurs- og menningartrinum.
-
At fremja seksuellar gerðir, sum onnur fáa ilt av.
-
At slikka ella sutta upp á kynsgøgnini á børnum ella at biðja børn nerta við síni kynsgøgn.
-
At koyra lutir í pittuna ella rumpuna á sær ella øðrum.
Hvat gera vit í dagstovninum á Hamrinum.
-
Vit spyrja hóvliga um rumpuspælið fyri at fáa barnið at siga sína søgu.
-
Vit ansa eftir, um tað, ið barnið sigur okkum, er um hendingar, orð ella hugtøk, sum ikki hoyra til barnsliga kynsbúningina.
-
Vit hjálpa børnunum at siga frá, tá ið tað er í støðum, har tað ikki hevur hug.
-
Vit hava eyguni eftir spæli í ymisku rúminum.
-
Børnini eru altíð í undirbuksum í barnagarðinum, bara ikki tá ið tað skal á vesi.
-
Vit steðga børnunum og greiða teimum siðiliga frá tí, tey ikki sleppa og hví.
-
Vit kunna foreldrini um seksuellu spølini og forvitnið hjá børnunum.
Tað er okkara ábyrgd at greiða foreldrunum frá um barnsins menning á økinum og at hava foreldrini við, tá ið vit uppliva, at børn teirra byrja at tykjast áhugað í evninum.
-
Tað er sera umráðandi at vit fakfólk, eru tilvitaði um okkara egnu reaktión, tá børn spæla ymisk seksuel spøl. Hetta tí, at vit kunnu við okkara óhepnu reaktión, koma til at órógva tí nátúrligu kýnsbúningina hjá børnunum.
-
Vit mugu sum fakfólk meta um seksuella virksemið, sambondini millum børnini og í hvørjum umstøðum okkurt er farið fram, fyri at at gera av, um talan er um seksuella skemd. Fyri at avgera júst hesi mál, má atlit havast at t.d. aldurstrini og kyni, valdsjavna millum børnini, innihaldið í seksuella virkseminum samsvarandi aldrinum á barninum, hóttanir í spælinum o.s.fr.
-
Hava vit illgruna um, at eitt barn verður skemmað, verður okkurt gjørt beinan vegin. Um okkurt er, ið gevur okkum illgruna um eitt hvørt hava vit skerpaða frásagnarskyldu.