Sorgarætlan

Sorgarætlan:

Teir næstu dagarnar Komandi tíðina
Um foreldur doyggja Tá deyðsboð koma: · Samla starvsfólkið á stovuni + leiðaran + toymið · Er tað í arbeiðstíð, má avloysari inn á stovuna · Eitt av stavsfólkunum tekur sær av uppgávuni, at hava samskiftið við familjuna og vera um barnið. Kunna børn og foreldur: · Nær og hvussu? Um neyðugt verður sálarfrøðingur til kallaður Toymið og starvsfólkið hittast: · Prát um støðuna · Jarðarferðina Starvsfólkið sendur eina heilsan og fara leiðari og eitt starvsfólk á vitjan heima. Toymið og starvsfólkið møtast einaferð um mánaðan, tað komandi árið ella longri: · Prát um støðuna · Fyri at vita hvar í processini vit eru og hvat vit kunnu gera í framtíðini Vera tilvitað um at hetta eisini ávirkar hini børnini á stovuni, og taka okkum av tí eftir tørvi
Um starvsfelagi doyr Tá deyðsboð koma: · Leiðarin kunnar seg um tilburðin · Kunnar starvsfólkið · Toymið/leiðarin kunnar børn og foreldur Starvsfólkið ger vart við seg og bjóðar fram sín stuðul Starvsfelagar í eru tætt knýttir at tí deyða, fáa frí. Um neyðugt verður sálarfrøðingur tilkallaður Toymið og starvsfólkið hittast og práta um: · Støðuna · Jarðarferðina Starvsfólkið sendur eina heilsan . Leiðari og eitt starvsfólk fara á vitjan hjá familju Toymið og starvsfólkið møtast: · Prát um støðuna og um møguleikan fyri serkøna hjálp Vera tilvitað um at hetta eisini ávirkar hini børnini á stovuni, og taka okkum av tí eftir tørvi
Um barn á stovninum doyr Tá deyðsboð koma: · Samla starvsfólkið á stovuni + leiðaran + toymið · Er tað í arbeiðstíð, mugu avloysarar inn á stovuna Kunna børn og foreldur: · Nær og hvussu? Toymið + leiðari við til ein kunnandi fund. Um neyðugt verður sálarfrøðingur Toymið og starvsfólkið hittast og práta um: · Støðuna · Tann dagin jarðarferðina er, verður stovnurin afturlatin frá kl. 12.00. Starvsfólkið sendur eina heilsan. Leiðari og eitt starvsfólk fara á vitjan. Toymið og starvsfólkið møtast einaferð um mánan, tað komandi árið ella longri: · Prát um støðuna · Fyri at vita hvar í processini vit eru og hvat vit kunnu gera í framtíðini Vera tilvitað um at hetta eisini ávirkar hini børnini á stovuni og taka okkum av tí eftir tørvi
Familja og avvarandi doyggja Tá deyðsboð koma: · Leiðarin kunnar seg um tilburðin. Kunnar starvsfólkið Starvsfólkið sendur eina heilsan · Jarðarferðin




At minnast til í øllum støðum:

Innanhýsis kunning: hvat er hent?, hvat fer at henda?, og hvussu gera vit?: Kunning skal verða stutt og greið á skrift, umframt kunna munnligt til øll.

Sálarhjálp: leiðarin tilkallar sálarfrøðing. Starvsfólk samlast eftir arbeiði

Kunning til foreldur:

Eitt bræv verður sent til øll foreldur, kunnaði um hvat er hent, og hvat fer at henda: vit tosa við børnini, vit fara til jarðarferð, evt er stovnurin stongdur ella eru bert avloysara inni.

Umráðandi at kunna um, at vit tosa við børnini um støðuna eftir teirra aldursstigi – og at børnini kunnu fáa evt reaktiónur.






«2023»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo