Búmerkið

 

 

Búmerkið hjá Dagstovninum á Hamrinum ímyndar ein varða. Okkara spælipláss er hagin, og omanfyri okkum standa Kongavarðarnir so ernir og hyggja oman á okkara spæl. Ofta gongur leiðin niðan til teirra, og teir eru sterkasta varmerkið í okkara nærumhvørvi, tí er einki meira hóskandi enn ein varði. 

 

Umframt at varðin í sær sjálvum er ein vegvísari, ið heldur teg á leiðini, tá tú ferðast gjøgnum hagan og gjøgnum lívið, so er varðin eisini ímynd av at skapa ein leið saman, ið hvør einstakur setur sín dám á. Tá vit koma framvið leggja vit ein stein á varðan og eru við til atbyggja eina felags leið, ið onnur kunnu fylgja. 

Varðin er soleiðis altíð til staðar í okkara gerandisdegi, har vit saman við børnunum ferðast og mennast, meðan vit tryggja okkum, at tey ikki villast. Men vit skilja eisini týdningin í, at tey sjálvi ganga sína leið.

 

Í búmerkinum er eisini umsorganin. Í steinunum sæst ímyndin av eini kvinnu, ið situr við krosskastaðum beinum, og heldur einum smábarni í sínum ørmum. Her er tryggleikin lýstur, ið vit skapa fyri okkara børn. Har tíð verður tikin til tann einstaka, tá tørvur er á tí. 

 

Búmerkið lýsur væl tað arbeiðið, ið fyllir gerandisdagin á Dagstovninum á Hamrinum. 






«2023»Í dag«Apr»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo