Fastalávint 2018

 Á fastalávint spældu starvsfólkini sjónleik, síðani fóru øll upp á gólv at kvøða "Burtur á heiði" og "Veturin kom við kulda". Vit slóu tunnu í 50 minuttir í Rossástovu og Bjarti bleiv kattakongur. Tillukku Bjarti :) Tunnan var full av popkorn, bommpakkum og rosinpakkum. Vit fingu pylsur og eplamos til døgurða.