
Glyvursstova
Í Glyvursstovu verður stórur dentur verður lagdur á at hava ein viðurkennandi og jaligan hugburð ímun til tað einstaka barnið. Hetta gera vit við at verða nærverandi, síggja, hoyra og ikki minst virða barnið. Vit síggja tað av stórum týdningi at sita á gólvinum, har sum børnini eru, so at vit møta teimum í teirra hædd.
Eisini leggja vit stóran dent á at hava eitt opið foreldrasamstarv.
Á stovuni hjá okkum ganga 12 børn.
Starvsfólkini ið arbeiða í Glyvursstovu eru: Guðny Karbech Hansen, hjálparfólk. Elna Horn Baldvinsson, hjálparfólk. Eyð Svínoy Hansen, námsfrøðingur, Linda av Fløtum, námsfrøðingur, Lóa Horn, hjálparfólk.