
Hugskot til føðingardag
Vit eeeelska mat og stuttleika :)
Vit hava ongar siðvenjur, tá tað kemur til at halda føðingardagin í barnagarðinum. Summi bjóða døgurða, summi bjóða kaku og onnur velja at hátíðarhalda dagin heima saman við familjuni.
Um tit ynskja at bjóða okkurt í barnagarðinum er valið frítt. Hetta eru bert stuttlig hugskot til barnaføðingardagar og annað festligt.
Her síggja tit m.a myndir av frukt-blómum og djórum, ljósareyða skuffukøku og ein køka, har íblástur er frá yndis leikuni - tann grøni `Monster truck´.
Sum tit síggja, so hevur hugflogið ongin mørk :)