Betri vinir



Góðu
foreldur



Vit arbeiða við ”Betri vinir” (Fri for mobberi). Hetta er ikki eitt stutttíðarátak, men eitt
námsfrøðiligt amboð og ein mentan, sum vit í longdini fara at arbeiða við til tess at styðja
upp undir trivnað og vinaløg hjá børnunum. Vit vóna, at tit stuðla fyribyrgjandi
antihappingararbeiðinum, av tí at ”Betri vinir” er treytað av tykkara
ágrýtni.


Happing skal steðgast,
áðrenn gongd kemur í



Happing er vanliga nakað,
vit seta í samband við skúlan. Serliga millum børn frá 4. til 7. flokk. Men
happingin tekur seg upp longu í barnagarðinum. Tí er tað avgerandi at leggja
uppí tíðliga, og er ”Betir vinir” av teirri orsøk ætlað teimum 3- til
8-ára gomlu. Krúnprinsessa Mary hevur tikið stig til at menna verkætlanina við
íblástri úr avstralska felagsskapinum The Alannah and Madeline Foundation.





Eitt
kuffert við námsfrøðiligum amboðum

”Betri vinir” er eitt kuffert við t.d. rytmuamboðum, Bamsuvini,
massaguvegleiðing, samrøðutalvum og bókum soleiðis, at virði um tolsemi,
virðing, umsorgan og dirvi spælast og tosast inn í barnaflokkin.

Djørv børn siga frá


Málið við ”Betri vinir” er:



 
















Bamsuvinur


Maskotturin hjá ”Betri vinir” eitur Bamsuvinur.



Bamsuvinur
fæst sum stór útgáva í ”
Betri vinir”-



kuffertinum
og sum lítil útgáva, ið børnini fáa ein í
part
av. Bamsan umboðar tryggleika og vinarlag –


og
skal minna tey á at ansa eftir hvørjum øðrum og at



vera
ein góður vinur.

Málbólkar


Betri vinir” er
ætlað trimum málbólkum, og í kuffertinum eru lutir og amboð til allar tríggjar
málbólkar:



 










 





 



Um skipanin skal eydnast til fulnar, mugu vit
samstarva og taka lut í arbeiðinum fyri at fyribyrgja happing.



 



Tit kunnu lesa meira um ”Betri vinir” á friformobberi.dk
undir ”Forældre”. Her er eisini eitt barnarúm, har tit saman við barninum kunnu
stuttleika tykkum við spølum og spæla við Bamsuvinin. ”
Betri vinir
er eisini á Facebook. ( fri for mobberi )




Les meira um "Betri vinir" niðanfyri:

www.friformobberi.dk

www.barnabati.fo