Børn og hjúnarskilnaður

 

Tá foreldur
velja at fara frá hvørjum øðrum, er hetta ein stór broyting fyri alla familjuna
og ikki minst børnini. Tað er týdningarmikið at foreldrini megna at
vera tey vaksnu í hesi nýggju og til tíðir truplu støðu.
Tað hevur stóran týdning,
hvussu foreldrini samstarva og handfara teirra ósemjur viðvíkjandi
hjúnaskilnaðinum hetta
fyri at hjálpa barninum best møguligt. 



Tað er ein sárbar og sera ørkymlandi tíð hjá barninum, tá foreldur taka
avgerð um, at fara hvør til sítt. Barnið hevur ofta skuldarkenslu og kennir seg
ofta at verða orsøk til avgerðina hjá foreldrunum.



Men tað ber, hóast alt til, at viðvirka til eina so jaliga tilgongd, sum
tað nú einaferð er møguligt. Altavgerandi fyri, at tilgongdin í einum skilnaði
verður so jalig sum møguligt er millum annað:





“Børn í hjúnarskilnaði, hava ofta skuldarkenslu og kenna tað, sum um tað
eru tey, sum eru orsøk til at foreldrini fóru hvør til sítt. Um ein spyr barnið
hví, so svara tey ofta "eg haldi tað er tí, at tá tey skeldaðust, so var
tað ofta um meg”. Tað hevur al stóran týdning, at foreldur, sum velja
hjúnarskilna, gera barninum púra greitt, at hetta er ein avgerð millum mammu og
pápa, hetta fyri, at taka burtur ta skuldarkenslu, sum tey kunnu sita við. Barnið
hevur rætt at vita, at hjúnarskilnaður er ein avgerð hjá foreldrunum, - og at
hon er tikin, tí at tann kærleiki sum var millum mammu og pápa, ikki er longur.
Somuleiðis tørvar barninum at vita, at mamma altíð verður tín mamma og
pápi altíð verður tín pápi – og ikki minst, at tað verða tey vaksnu foreldrini,
sum taka ta torføru avgerðina og finna loysnir, sum taka atlit til barnsins
besta.



Nakað
at hugsa um: