Búmerkið

 





 



Búmerkið hjá
Dagstovninum á Hamrinum ímyndar ein varða. Okkara spælipláss er hagin, og
omanfyri okkum standa Kongavarðarnir so ernir og hyggja oman á okkara spæl. Ofta
gongur leiðin niðan til teirra, og teir eru sterkasta varmerkið í okkara
nærumhvørvi, tí er einki meira hóskandi enn ein varði. 



 



Umframt at varðin í
sær sjálvum er ein vegvísari, ið heldur teg á leiðini, tá tú ferðast gjøgnum
hagan og gjøgnum lívið, so er varðin eisini ímynd av at skapa ein leið saman,
ið hvør einstakur setur sín dám á. Tá vit koma framvið leggja vit ein stein á
varðan og eru við til atbyggja eina felags leið, ið onnur kunnu fylgja. 



Varðin er soleiðis
altíð til staðar í okkara gerandisdegi, har vit saman við børnunum ferðast og
mennast, meðan vit tryggja okkum, at tey ikki villast. Men vit skilja eisini
týdningin í, at tey sjálvi ganga sína leið.



 



Í búmerkinum er
eisini umsorganin. Í steinunum sæst ímyndin av eini kvinnu, ið situr við
krosskastaðum beinum, og heldur einum smábarni í sínum ørmum. Her er
tryggleikin lýstur, ið vit skapa fyri okkara børn. Har tíð verður tikin til
tann einstaka, tá tørvur er á tí. 



 



Búmerkið lýsur væl
tað arbeiðið, ið fyllir gerandisdagin á Dagstovninum á Hamrinum.