Hvølpar á eiturkoppaveiðu

 Í dag hava Hvølparnir havt samling úti í gongini. Vit tosa um ein mynd har fýra børn vóru á. Øll børnini vístu ymiskar kenslur, onkur var illur, keddur, glað. Vit royndu so at eftirlíkna hesa kenslur, meðan vit hugdu í spegli.

So sungu vit navnasangin og lítli og stóri Pætureiturkoppur.

Síðani fóru vit at lata okkum í drakt, tí vit skuldu á eiturkoppaveiðu.

Vit leitaðu og leitaðu, men vit funnu ongar eiturkoppar. So vit valdu at gera ein varða uppi í haganum ístaðin tí vit funnu so nógvar steinar har uppi.

So vit hava tosað um kenslur og vit hava fingið stimbra okkara kropp. Vit hava gingið á ósløttum lendi, lyft steinar, leita í mosanum, rutsja í grasinum.