Hvølpar

Vøggustovurnar  – Glyvursstova og Ljósástova, hava ein
bólk við teimum størru børnunum á stovunum.

Endamálið við bólkinum, er at geva teimum eldru børnunum aldurssvarandi avbjóðingar og at byggja eina brúgv
yvirum, til tá tey fara í barnagarð.

Tá vit koma saman, hava vit fyrst eina
samling, har vit taka START ígjøgnum. START er fakligt tilfar, ið lærir børnini
á ein jaligan hátt, at hava samanspæl við umheimin, og at skilja kenslur og relatiónir
í einum bólki.

Eftir hetta gera vit onkrar aktivitetir saman, har vit ganga
túrar, bæði í náttúruni og í býnum.. Harumframt fara vit
eisini at spæla, dansa, mála, klippa, syngja, gera fimleik o.s.fr. Hetta er við
til at styrkja teirra menning, samstundis sum tey hava tað stuttligt, fáa
upplivingar saman og knýta vinabond.

Vit hava valt at kallað bólkin við teimum eldru børnunum “Hvølpar”, tí eins
og hvølpar eru tey lívlig, fitt og granskandi.

Hvølparnir savnast hvønn
mikudag, frá kl. 09.30- og hendan dagin eta tey saman.