Jólagudstænasta í Argja kirkju

3. desember verður jólagudstænasta í Argja kirkju fyri børn og starvsfólk, ið ganga á Dagstovninum á Hamrinum, Dagstovninum á Argjum og Dagstovninum Løkjatún. Tað verður Bergur D. Joensen, prestur, ið kemur at hava barnagudstænastuna.

Børnini hava møguleika at framføra fyri hvørjum øðrum, annars syngja tey 3 sálmar, ið starvsfólk og børn venja. Tit foreldur eru eisini vælkomin at venja hesa sálmar heima við hús. Teir 3 sálmarnir eru: "Gleðilig Jól", "Eitt barn er føtt í Betlahem" og "Føgur er foldin". Gudstænastan er frá 10-11