Kunning til foreldur


Kunningarskriv






Argir 28/1 2020






Góðu foreldur




Farvæl:




So er tíðin komin har eg fari at siga endaligt farvæl. Tað er við sorgblídni at eg lati leiðsluna víðari. Hósdagin 30/1 er síðsti dagur hjá mær, sum leiðari á Hamrinum. Eg vil enn einaferð siga túsund takk fyri meg. Hetta hava verið 9 fantastisk ár, ið hava verið sera lærurík og gevandi uppá allar mátar.




Eg vil takka starvsfólkunum fyri sítt framúr góða arbeiði, ið avspeglast í, tí stóra trivnaðinum her á Hamrinum - við teirra jaliga hugburði, nærveru, skemti, hjálpsemi og dygdargóðu námsfrøði, ið myndar stovnin.




Eg ynski tykkum og tykkara børnum alt tað besta, og blíðan byr í framtíðini.




Leiðari:




Sóley Samuelsen, varaleiðari, fer at verða virkandi leiðari frá mánadegnum 3. februar og fram til ein nýggjur leiðari er settur. Hetta verður væntandi í mars/apríl. Tit frætta nærri.








Blíðar heilsanir




Annika Wenningsted Jacobsen