Kunning - Tórshavnar kommuna

 

Dagstovnarnir í
Tórshavnar kommunu lata aftur



Smittustøðan og stóra ógreiðan um útlitini hevur við sær, at
avgerð er tikin um at steingja allar dagstovnarnar í kommununi fyribils fram
til 17. august.



Fleiri av dagstovnunum eru longu raktir av smittu í starvsfólkahópinum
og millum foreldur. Kommunan metir neyðugt at taka hesi atlit við verandi smittustøðu.
 



Neyðansing



Frá týsdegnum 11. august fer kommunan tó at hava ein ella
tveir stovnar opnar til neyðansing. Støða verður tikin til, hvørjir stovnar kunnu
hava opið. Børn í neyðansing koma sostatt í flestum førum ikki at vera á teirra
vanliga stovni.



Talan verður bert um tørv, sum er at meta sum alneyðugur til
tess at hava týðandi funktiónir í gongd innan heilsuverkið, eldraøkið,
almannaverkið og tilbúgving.



Til ber at melda til á bornogung@torshavn.fo,
har upplýst navn og føðingardag hjá á barni, navn á dagstovni, ið barnið er á,
og grundgeving fyri tørvi á neyðansing.



Kommunan tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvør
tørvur verður mettur alneyðugur at fáa barnið í ansing.



Starvsfólk, sum skulu til arbeiðis á dagstovni í næstu viku,
verða testað.



Heitt verður inniliga á øll foreldur um at hava børnini
heima.