Rennidagur 2020

Okkara árligi rennitúrur niðan á Kongavarðar

Byrja var  við upphiting, síðani fóru børn og vaksin avstað í góðum treysti. Fyrsta barnið var á toppinum eftir 15 minuttum.

Tá børnini komu niðan á toppin fingu tey sunkist. Tá tey komu omanaftur, fingu tey Sun-Lolly, grillaðar pylsur og nýbakað pylsubreyð afturvið.