Spírar á ferð

Mentan og
námsfrøði undir bláum himli

Í
allarbesta veðri vóru vit ein sera gevandi túr við MARKA.



At fáa so
nógva sansastimbran undir bláum himli er einki minni enn heilt framúr. 
Gongutúrurin við frálíkum útsýni har børnini gingu í ójøvnum lendi. Mót- og
undanbrekku, anganum av haga, bleytum mosa, har føturnar sukku so deiligt
niðurí, ja orð eru fátøk. Øll fjøllini, hvørt størri enn annað, og ikki minst
longsta bygdin – Kollafjørður.



Fyri
onkran var tað at koma so nær einum seyði ein sonn uppliving. Vit góvu seyðinum
at eta og og eina løtu lærdu vit okkum seyðamál. Lesullina tóku vit við okkum.



Heimafturkomin
í barnagarðin vóru børnini sera áhugaði í ullini. Fleiri børn vaskaðu ullina,
sum vit fara at spinna til tógv, men fyrst má karðast.



Søguna,
um steinin/borðið, ið varð klovið situr rimmarfast í minninum hjá børnunum –
Brynjumannaborðið... Aldargamla seyðabrævið, ið okkum lærir um at MARKA seyð,
so kríggj og stuldur ei longur kundi ráða. Elligamli mentanararvurin í
nútímanshami.



Ja, av
sonnum ''gakk, lær og spæl'' við søgum og sagnum undir opnum himli – takk fyri
túrin, sum vit viðmæla øðrum.

https://marka.fo/



Við
takkarkvøðu
Spírarnir
á Dagstovninum á Hamrinum