Vælafturkomin

august:


Góðu foreldur


Vælafturkomin eftir feriuna - vónandi hava tit havt ein góða og deiliga feriu saman við tykkara børnum :)


Til øll tykkum nýggju foreldur, hjartaliga vælkomin niðan á Hamarin..


Sum tit eru blivin kunnaði um, so hava vit skipað okkum eitt sindur ørvísi í barnagarðinum nú eftir feriuna. Vit hava fingið eina "stovu" afturat, har tey 6 ára gomlu eru. Tað vil siga at vit hava umskipað okkara felagsstovu, soleiðis at tey 6 ára gomlu kunnu verða har. Vit hava valgt at kallað tey "Spírarnir". 13 spírar eru..Hetta er sjálvandi ein roynd, so vit eru spent at vita hvussu hetta fer at eydnast.


À Reynsstovu ganga nú 16 børn í aldrinum 3-5 ár og á Rossástovu ganga í løtuni 14 børn, eisini í aldrinum 3-5 ár.


Ì vøggustovunum eru ongar broytingar :)


At minnast til:


Ráðleggingardagur 4 novembur 2011. Tá er stovnurin stongdur.