Tann 23. august høvdu vit fína kongaliga vitjan. Aftanná kongafamiljan hevði vitjað Skúlan á Argjahamri, gingu tey forbí okkara barnagarð. Krúnprinsessa Mary er ambasadør fyri Red Barnet og Betri Vinir, so hon heilsaði uppá nógv børn og nógvar bamsur. "Nej, hvor er den fin" segði Krúnprinsessan um onkrar bamsur. Har vóru eisini nógvir politistar at síggja og tað var spennandi. Summi børn spurgdu hvar prinsarnir og prinsessurnar vóru, aftanná stóra fylgi var farið, allarhelst tí tey kongaligu vóru í føroyskum klæðum :)