Leyst starv

Starv í Dagstovninum á Hamrinum

Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, at arbeiða inni á einari av okkara barnagarðsstovum.


Søkt verður eftir:

  • námsfrøðingi til barnagarðsstovu, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna, at byrja 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett. 

Stovan leggur stóran dent á at arbeiða við Betri vinum, styrkja barnabólkin og vinarløgini teirra millum. Eisini leggur stovan dent á skapandi tilgongdina saman við børnunum.


Vit bjóða:

  • eitt starv við fevnandi arbeiðslagi og viðurkenning í miðdeplinum 
  • eitt stað, har náttúran er okkara nærmasti granni
  • eitt arbeiðspláss, har skapandi gávur og hugflogið sleppur at royna sínar veingir
  • ein góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og yrkislig menning er raðfest ovarlaga
  • upplæring í Betri vinum


Vit vænta:

  • at tú tekur stig, ert ágrýtin og nærverandi
  • at tú tímur at arbeiða við Betri vinum 
  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • at tú letur títt fríska íkast til starvsfólkabólkin
  • at tú tolir broytingar í gerandisdegnum, har eingin dagur er eins

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.


Meira fæst at vita

Vælkomin at ringja, um tú ynskir at frætta nærri. Sóley Samuelsen, leiðara, telefon 21 43 57. Til ber eisini at hyggja inn á okkara heimasíðu ella á Instagram:

dag-ham.fo

instagram.com/dagstovnurina/ 


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 15. desember 2021 kl. 12.





«2021»Í dag«Des»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo