Mannagongd - Børn við foreldrum, ið hava sálaravbjóðingar

Handliplan

Børn, sum hava foreldur við sálaravbjóðingum.

Handliplanin kann eisini brúkast í samband við børn, sum misstrívast av øðrum orsøkum. Til dømis, tá foreldur, eru rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtarar. Handliplanir kann eisini brúkast í mun til sorg/kreppustøður hjá børnum. Tekini hjá børnunum eru sera eins í slíkum støðum.

"Eg hevði vilja, at onkur hevði spurt meg, hvussu eg hevði tað. Og at tey høvdu lurta eftir mær. Men nei, so var ikki. Tá eg var 12, las eg eina bók fyri vaksin um tunglyndi, tað hjálpti mær nógv. Men eg var púra einsamøll við mínum tonkum um, hvussu tað heila skuldi ganga..."

17 ára gomul genta við einum sálarsjúkum pápa

Handliplan fyri Børn, ið hava foreldur við sálartrupulleikum.

Fakta:

Tá ein persónur hevur sálarsjúku, ávirkast øll familjan. Um tað eru foreldur, sum hava sálarsjúku, eru børnini í sera stóran mun ávirkaði av støðuni. Foreldraførleikin ávirkast soleiðis, at tey ikki altíð eru før fyri at geva barninum tí umsorgan og uppaling barninum hevur tørv á. Tí er umráðandi at vit starvsfólk handla.

Fakta:

Handliplanin er við til at gera at børn í familjum við sálarsjúkum, fáa tann neyðuga stuðulin og ta neyðugu hjálpina skjótast gjørligt.

  • Vit eru professionel starvsfólk og tað merkir:

  • At okkara høvuðsuppgáva er, at hava fokus á barnið. Tað merkir, at okkara arbeiði er at síggja barnið, og geva barninum umsorgan og menning á dagstovninum.

  • At vit eru tilvitað um okkara leiklut til familju og avvarðandi. Tað merkir, at vit aftur minnast til at vit eru professionel og hava fokus á barnsins tørv.

  • At vit kanna, um vit hava vitan, førleika og arbeiðsamboð til at stuðla barninum. Um ikki, mugu vit fáa okkum vitan.

  • At vit eru lurtandi og stuðlandi, og eftir tørvi hjálpa við at søkja professionella hjálp. At verða lurtandi og stuðlandi merkir, at vit hoyra hvat viðkomandi sigur og spyrja inn til støðuna og kensluna. Vit hjálpa viðkomandi at seta orð á støður/kenslur, við at seta viðkomandi undrandi og kannandi spurningar. Tað, sum er sera umráðandi her, er at vit ikki koma við okkara kenslum og ráðum, men bara hoyra, hvat tey siga. Vit virða at vit skilja støður ymiskt og at eygleiðingar eru ymiskar.

  • Vit arbeiða tvørprofessionelt, t.e.netverksfundir og annað samstarv har fokus er á barnið.

  • At vit eru vitandi um at kommunan, foreldur og onnur síggja barnið á ein annan hátt enn vit.

    Barnið 0-7 ár

Fakta   

Tekin:

Eitt barn sum mistrívist, vísur tað millum annað við at:

Gráta (nógv) - Er sárbært - Er trupult at ugga - Er trupult at fáa samband við - Hevur trupulleikar við bindindunum ( konsentratiónini ) - Er passivt - Veit, hvussu onnur rundanum hava tað - Hevur psykosomatiskar trupulleikar, so sum høvuðpínu ella ilt í búkinum - Krøkir seg til tey vaksnu, ella tekur frástøðu - Broytir atburð - Svøvnurin verður ávirkaður - Broytingar í matvanum, etur minni ella meir - Størri fráverudagar - Vísir angist - er kedd og innilukkað - seinka í mál- og kroppsmenning - er sárbært fyri ljóði - o.a

Tá eitt barn hevur ein serligan tørv, er umráðandi hjá okkum starvsfólkið, at rúma barninum soleiðis, at tað kennir seg møtt. Hetta tí barnið hevur tørv á hjálp til at skilja støðuna heima við hús. À stovninum síggja vit starvsfólk tekini barnið vísir, og tá hevur barnið tørv á vegleiðing og hjálp til at megna gerandisstøður.

  1. Illgruni - Hvør er illgrunin ítøkiliga ? Skriva niður eygleiðingar í 2 vikur. Konkretisera trupulleikan. Hvørji tekin vísir barnið ?

  2. Deil tín illgruna við starvsfólkini á stovuni og við leiðaran.

  3. Er grund til stúran ? Handla eftir Handliplanuni!

  4. Involverað foreldrini.

  5. Er neyðugt, seta vit okkum í samband við sosialu deild.

Fakta    

Eygleiðingar skema er í mappuni og at fáa frá leiðaranum. Vit brúka eisini mappuna "Bedre Tværfaglig Indsats". Hon stendur á skrivstovuni.

Eitt barn við serligum tørvi, verður møtt soleiðis á stovninum:

  • At vit síggja tekini hjá barnini - eygleiða og skriva niður.

  • At vit handla beinanveg, um illgruni er um mistrivnað.

  • Vit geva barninum umsorgan.

  • At vit siga barninum frá, at vit starvsfólk kenna til støðuna heima við hús.

  • Vit gera barninum greitt, at tað hevur onga skyld í støðuni hjá foreldrunum.

  • Vit tora at seta orð á kenslur hjá barninum.

  • Ikki seta barninum hv-spurningar, men kannandi og undrandi spurningar.

  • Vit virða, at barnið sjálvt sigur frá, nær tað vil tosa og nær tað ikki vil tosa um støðuna.

  • Vit geva barninum eitt "frírúm" á stovninum. Tað merkir, at barnið skal hava loyvið til at spæla og gera tey ting, barnið "plagar" at gera. At barnið hevur ein skipaðan dag við tryggleika.

  • Vit greiða barninum frá, hvat fer at henda.

  • Vit lata barnið sjálvt velja, hvønn tað vil tosa við.

  • Vit virða tað, sum barnið sigur/ greiður frá.

  • Vit vita, at talan kann verða um longri tíðarskeið, har sálarsjúka ávirkar gerandisdagin hjá barninum.

Foreldur

Vit skulu verða professionel í mun til foreldrasamstarvið. Vit skulu gera foreldrunum klárt, at okkara primera uppgáva er at síggja tørvin hjá barninum. Vit skulu minna foreldrini á, hvussu umráðandi tað er, at tey eru opin og erlig um teirra viðurskifti. Samstundis skulu vit vísa á týdningin av, at tey boða okkum frá, um okkurt øðrvísi er í heiminum/rundan um barnið.

  • Tað er umráðandi at vit virða og viðurkenna foreldrini, við støði í at foreldrini altíð ynskja tað besta fyri barnið.

  • Alt sum hevur við barnið at gera, skulu foreldrini verða kunnaði um.

  • At foreldrini verða kunnaði um, at vit taka okkum eyka av teirra barnið, tá tey eru sjúk, ella aðrar støður eru í húsinum.

  • At foreldrini verða kunnaði um, at vit hava ein ætlan ímt foreldrum við sálarsjúku, og at vit arbeiða útfrá ætlanini, tá ein støða er.

  • At vit kunna foreldrini um, at vit tosa við barnið um støðuna. Sjálvandi í mun til aldurin hjá barninum.

Ein støða:

  1. Illgruna um broytt samspæl foreldur/barn ella foreldur/starvsfólk

  2. Tosa saman á stovuni. Hvat er tað vit møta ? Hvat er tað vit síggja ? Hvat er tað vit hoyra ? Ger eygleiðingar.

  3. Er grund til stúran ? Um ja, Handla vit eftir Handliplanuni.

  4. Samrøða við foreldrini skjótast gjørligt. Vit opna upp, undrast, spyrja inn til, verða erlig, og siga, hvat vit síggja. Vit seta kannandi og undrandi spurningar.

  5. Stuðla foreldrunum í at tosa við barnið, á ein hátt, sum barnið skilir. Vísa á týdningin av, at barnið ikki fær skuldarkenslu. Vit greiða foreldrunum frá um evt tekin hjá barninum.

Starvsfólk

Sum starvsfólk kann tað tykjast tungt/trupult at koma í støður, har illgruni er um mistrivna hjá børnum.

Ein støða:

  1. Deil tínar tankar/illgruna við ein starvsfelaga tú tosar væl við og leiðara.

  2. Arbeiðsfelagi og leiðari lurta og stuðla.

  3. Stovnurin/stovnan gevur rúm fyri øllum tínum kenslum, og virðar at vit øll eru ymisk og hava øll okkara ymiska "model av verðini".

  4. Stovnurin/stovnan gevur rúm fyri at tú ert eyka um barnið.

  5. Stovnurin/stovnan gevur rúm fyri at verða eyka um teg sum starvsfelaga.

Fakta:

"Model av verðuni", tað er ein grundleggandi lívshugburður, ein hevur um seg sjálvan, onnur og verðina. Henda áskoðanin er avgerðandi fyri, hvussu vit hugsa, kenna og bera okkum at. Okkara"model av verðini" er úrslit av royndum og upplivingum í barndóminum.

“Samskifti”

Minst til at vit hoyra og skilja ymiskt: vit starvsfólk hava skildu at tryggja at samskifti er greitt og týðiligt.






«2023»Í dag«Apr»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo