Úti mánaður í septembur

"Ùti mánaður" allan septembur

Vit hava valt at septembur mðr skal verða "úti mðr". Vit skipa fyri tiltøkum hvønn dag. Ymiskt er hvat er á skránni. Tað sum hevur týdning er at børnini eru úti og at tey røra seg á ymiskan hátt. Her kunnu tit lesa brot úr Námsætlani um rørslu:

Rørsla

Samanhangur:

Tað er av stórum týdningi at børnini hava eitt rørsluliga stimbrandi umhvørvi at vaksa upp í. At vera rørsluliga væl fyri, er grundleggjandi fyri at barnið trívist og fyri at barnið mennist á øðrum økjum eisini.

Mál:

At børnini læra at kenna og brúka sín kropp, soleiðis at teimum dámar væl at røra seg, og at tey orka væl og verða rørsluliga væl fyri.

At børnini gerast sjálvbjargin, tilvitað um teirra styrki og møguleikar, og hava áræði at fara undir nýggjar likamligar avbjóðingar.

Tiltøk:

Øll børnini eru úti í garðinum - í øllum veðri - at kalla hvønn dag.

Úti í garðinum eru nógvir mennandi møguleikar. Har er óslætt lendi, sandur, mold, grót, bøur, vatn, reiggjur, dandur, súkklur og grillpláss, har allir sansir verða stimbraðir. Eisini verður vøllurin nógv brúktur - serliga til bóltspøl.

Stovnurin liggur í haganum og hagin verður nógv brúktur fyri at menna javnvágina og grov-motorikkin hjá børnunum.

Inni hoppa børnini á madrassum, klintra í rimum, eru í heingikoyggju o.l.

Risastova verður eisini brúkt - serliga av barnagarðsbørnunum - til at beistast í.

Inni eru stovurnar innrættaður soleiðis, at børnini kunna vera í frið og spæla stillari spøl, sum eisini menna fínmotorikkin. T.d kunnu tey spæla við perlur, kubbar og putlispøl. Eisini ber til at spæla við vatn í baðirúminum.

Vøggustovur:

Børnini sleppa at royna seg í garðinum við stuðli frá teimum vaksnu.

Starvsfólkini eru sera tilvitað um at stuðla børnunum í at ganga á ósløttum lendi og í brekkum.

Dentur verður lagdur á at fara túrar, har børnini sleppa at røra seg og ganga sjálvi.

Barnagarðar:

Dentur verður her lagdur á at geva børnunum avbjóðingar, so at kroppur og sansir mennast.

Børnini lata seg í og úr klæðum við eitt sindur av hjálp frá starvsfólkunum. Tey sleppa eisini at gera sær egnar royndir, so tey sansa t.d. hita og kulda, vátt og turt, og soleiðis læra tey at lata seg í eftir veðrinum.

Eisini skipa tey vaksnu fyri spølum so sum bóltspølum, at hoppa um band og lakka, soleiðis, at børnini umvegis spæl verða betur fyri rørsluliga.

Tekin:

Vøggustovur:

Børnini vísa gleði við at fara út at spæla, gera kropsligar royndir, hava fríar rørslur, vísa áhuga fyri at lata seg úr og í.

Barnagarðar:

Børnini eru áhugað í tiltøkum, har kropsligar avbjóðingar eru. Tey hava góða javnvág, teimum dámar at fara í hagan, og tey duga at seta orð á likamslutir.





«2018»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28        
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
annikaw@torshavn.fo

 

Leiðari: Annika W. Jacobsen
lok 1 / 22 57 84

Ljósástova
lok 2 / 29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
lok 3 / 29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
lok 4/29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
lok 5/29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
lok 6/29 00 64
spirar@torshavn.fo