ì skúla á sumri 2012

 Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2012/2013 Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2006 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, verða biðin at siga frá týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2012. Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er. Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar skulu koma í 1. flokk. Forskúlin Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúlan í Sankta Frans skúla, verða eisini biðin at siga frá týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2012.

Innskrivingin Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum Skúlin á Argjahamri Venjingarskúlin Tórshavnar Kommunuskúli Sankta Frans skúli ( 1.fl. og forskúli ) Eysturskúlin Hoyvíkar skúli Skúlin við Løgmannabreyt Innskrivingin er í býráðssalinum týsdagin 24. og mikudagin 25. januar, báðar dagarnar kl. 15.00-18.00. Havið avrit av dóps-/navnabrævi við. Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á telefon 254010. 

Frítíðarskúlin Børn, ið skulu í frítíðarskúla, verða innskrivað í býráðssalinum / skúlanum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðarskúlan í Snarskivuni, á heimasíðuni hjá kommununi www.torshavn.fo ella á telefon 302010.





«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo