
Jól 2019
Góðu tit øll,
Nú nærkast til jóla og eru vit øll so smátt komin í jólahýrið.
Mikudagin 4. des, kl. 10:15 verður jólagudstænasta fyri øllum børnum og starvsfólkum, á teimum 3 stovnunum her á Argjum.
Derhard Jógvansson hevur gudstænastuna. Øll tey 5 ára gomlu hjá okkum fara at ganga Lucia.
Jól 2019
29. nov.: Opið hús – Jólaverkstøð á stovunum
4. des.: Jólagudstænasta í Argja kirkju fyri
barnagarðsbørnini og størru vøggustovubørnini
10.des.: Jólahald fyri børn, foreldur og systkin: kl.: 15:30-17:00.
17.des.: Jóladøgurði: Stovnurin bjóðar ræst kjøt og annað gott til øll børnini.
Skrá fyri Jólahaldið týsdagin 10. desember:
Kl: 10: (Børn og starvsfólk)
o Lucia: tey 5 ára gomlu.
o Spírarnir spæla jólaleik
o Vit syngja jólasangir og hugna okkum.
Kl.: 15:30-17:00:
o Jólahald á hvørjari stovu fyri børn, foreldur og systkin. Jólamaðurin kemur á vitjan við pakkum.
Vinarliga
Starvsfólk
á Hamrinum