Kunningarskriv oktober 2018

Góðu foreldur

Vónandi eru tit og tykkara børn komin væl inn í tað dagliga virksemið á stovninum. Henda fyrsta tíðin hevur verið innkoyring á øllum stovum – nýggj børn eru byrjaði í vøggustovunum og nýggj børn eru byrjaði í barnagarðinum. Øll skulu venja seg við tað nýggja, læra hvønn annan at kenna, og ikki minst, at kenna seg tryggan við tað nýggja J

Fletting Vit fara aftur í ár at fletta her á stovninum, saman við Óla Hendrik av Fløtum. Vit verða inni í Rossástovu í barnagarðinum. Tann dagin verður sjálvandi alt ruddað burtur, soleiðis at til ber at fletta inni á stovuni. Øll børnini fáa møguleika at verða við. Tey børnini, ið ikki ynskja at verða við, verða saman við starvsfólki á stovuni. Vit halda hetta er eitt stuttligt og serføroyskt tiltak, og vilja vit gera nógv burturúr. Ítøkiliga verður tað skipað soleiðis:

  • Týsdag: 9/10 kl.10 : fletta vit í Rossástovu
  • Mikudagin: 10/10 kl. 10 : gera vit til, t.d. rullupylsu, svíða og tilgera seyðarhøvd o.a
  • Hósdagin: 11/10 : eta vit døgurða, ið seyðarhøvd, livur, hjørtur, blóðpylsa og kóka epli og gularøtur aftur við aftur.

Um okkurt ivamál er hesum viðvíkjandi, spyr á stovuni J

Heystferia:

Um so er at tykkara børn hava frí onkran dag í heystfrítíðini, vinarliga boða frá á stovuni, soleiðis at vit kunnu tilrættarleggja frítíð hjá starvsfólkum sum best.

Ráðleggingardagur 5. november 2018: Ráðleggingardagur verður mánadagin 5. november, tá er stovnurin afturlatin.

Jól Stovnurin hevur stongt millum jól og nýggjár. Um so er, at tit hava tørv á plássi teir dagarnir, so hevur ein stovnur í kommuni opið. Meir kunning um tilmelding kemur seinri. Vit fara í jólafrí fríggjadagin 21. desember og vit hava opið aftur mikudagin 2. januar.

  • Mikudagin 5. desember: Barnagudstænasta í Argja kirkju & Jóladøgurði til børnini.
  • Mikudagin 12. desember: kl. 15.30-17.00 Jólahald fyri børn, systkin og foreldur á stovuni.

Eg ynski tykkum eitt gott heyst, og er okkurt ivamál um eitt hvørt, latið meg frætta.


Vinarliga

Annika Wenningsted Jacobsen leiðari





«2019»Í dag«Jan»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
annikaw@torshavn.fo

 

Leiðari: Annika W. Jacobsen
lok 1 / 22 57 84

Ljósástova
lok 2 / 29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
lok 3 / 29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
lok 4/29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
lok 5/29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
lok 6/29 00 64
spirar@torshavn.fo