Kunningarskriv august 2012

Góðu foreldur
Vælafturkomin úr feriu. Vónandi hava tit havt eina deiliga summarferiu saman við tykkara børnum – og til tykkum nýggju foreldur og børn – hjartaliga vælkomin niðan á Hamarin J

Hesa fyrstu tíðina er, so at siga “innkoyring” á øllum stovunum. Nýggj børn eru byrjað á øllum stovum. Starvsfólkabólkurin er eisini broyttur, so henda tíðin er merkt av, at øll skulu venja seg við tað nýggja, læra hvønn annan at kenna, og ikki minst, at kenna seg tryggan við tað nýggja.

Í heyst
Í heyst hava vit valt at arbeiða við evninum “Siðir og Mentan”.
Ítøkiliga, hvussu vit gera kemur meir kunning um seinri. Brot úr námsætlanini “Siðir og mentan”:

”Tann mentan, vit liva í, hevur stóra ávirkan á, hvussu vit liva, og hvørji virði, vit hava sum menniskju. Tann serføroyska mentanin er eisini ein stórur partur av okkara samleika. Ofta er lættast at verða varug við okkara egnu mentan, tá vit møta øðrum, sum ikki eru líka sum vit sjálv. Tað føroyska málið, tónin og umgangsformurin á stovninum og í samfelagnum annars, er eisini mentanarberandi. At vit liva í einum fólkaræðisligum samfelag, er eisini partur av okkara mentan.

Mál:

Halda føroyskar siðir og høgtíðir.

Geva børnunum eina fatan av tí føroyska samfelagnum.

Læra um onnur lond og aðrar mentanir.

Geva børnunum eina fatan av, at øll eru ymisk

At vísa týdningin av okkara nærumhvørvi og náttúruni. …”

(Námsætlanin at finna á okkara heimasíðu, www.dag-ham.fo)

Ráðleggingardagur
Í juni høvdu vit ráðleggingardag, har evnið var ”Fyrireikingartíð” og ”Innrætting av rúmum”. Tað var absolutt ein áhugaverdur dagur, har vit fingu sett orð á okkara arbeiði, serstakliga tað praktiska arbeiði, so sum fyrireiking av ymsikum fundum, verkætlanum, ymsik skriv og mangt mangt annað J


Ímt innrætting av rúmum, so blivu vit samd um, at vit vilja innrættað rúmini á stovunum soleiðis, at hvørt rúm hevur sítt endamál. Ítøkiliga bleiv tað skipa soleiðis, at í Glyvursstovu verður eitt sansarúm. Í Ljóssástovu eitt hvílirúm við kúlubað. í Rossástovu verður innrættað eitt dukkurúm og í Reynsstovu verður motorikk rúm. Í Risastovu er innrættaður ein kreativtur verkstaður. Í felagsgongin hjá vøggustovuni verður aktivitetsrúm.
Endamálið er, at geva børnunum møguleika at fáa enn fleiri og fjølbroyttari upplivingar og mennandi avbjóðingar inni á teimum ymsiku stovunum. Samstundis er endamálið eisini, at vit starvsfólk arbeiða enn meir saman, og at børnini hava møguleika at verða saman og skaba vinarbond á øllum stovum.

Vit eru øll sera spent at fáa innrættað alt liðugt J Vónandi taka tit foreldur eisini væl ímóti hesu nýggju ”innrætting”

Kunning frá stovunum

Hvør stova fer at bjóða tykkum til ein kunnandi stovufund, har starvsfólki fer at greiða frá um tað dagliga arbeiði á stovunum. Júst nær tað verður, fáa tit at vita frá stovunum.
Øll nýggj foreldur verða eisini boðin til eina byrjunarsamrøðu í oktober, har tosað verður um innkoyring og trivnað hjá børnunum, hesa fyrstu tíðina. Tær árligur foreldrasamrøðurnar verða í mars 2013. Øll eru sjálvandi vælkomin at biða um eitt prát við stavsfólki, um tit ynskja tað
J .

Annað

· Gjald fyri vøggustovupláss er: 2,376,- kr. í 11 mðr. um árið.

· Gjald fyri barnagarðspláss er: 1,480,- kr. í 11 mðr. um árið.

· Vinarliga boða starvsfólkunum frá á stovuni, um tit skifta tlf nr. J

Er ivamál um eitt hvørt, eru tit altíð at tosa við meg ella við starvsfólki á stovuni. Vit síggja fram til ein mennandi og spennandi heyst saman við tykkum og tykkara børnum.

Blíðar heilsan
Annika W. Jacobsen
Leiðari





«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo