Kunningarskriv juni 2012

Góðu foreldur:
Takk fyri eina hugnaliga løtu saman við tykkum og tykkara børnum á okkara Summarveitsludegi, ið var 12. juni. Eitt sera væleydnað og vælskipað tiltak av starvsfólkunum.

Nú stundar summarfrítíðin til og vanligt er hesa tíð, at nógvir aktivitetir eru á skránni á teimum ymsu stovunum. Ymsikar útferðir, túrar o.a

Spírarnir eru í ferð við at gera seg klárir at byrja í skúla medio auguat 2012. Nógv hevur verið á skránni hetta árið hjá teimum, nógvar hugnaligar og stuttligar løtur. Eg vil ynskja Kára, Lucas, Róa, Kristian, Brynju, Emmu, Gertrud, Sannu, Ronju, Hildibet, Leu, Beintu og Sólju góða eydnu, nú tey fara víðari í sínum lívi. Takk fyri góðar løtur á Hamrinum.

Skipan av stovum:
Eftir summarfrítíðina fara stovurnar at síggja øðrvísi út. Tað verða 19 børn á hvørjari barnagarðsstovu og Spírarnir verða 8 í tali. Í vøggustovunum verða ávíkavist 12 og 13 børn.

Sum áður kunnað, so eru ymiskar broytingar í starvsfólkabólkinum. Stovurnar fara at síggja soleiðis út í august:
Rossástova:
Malan, námsfr., Edith, Katrina og Jóhann, hjálparfólk.
Reynsstova:
Ata, námsfr., Didde, Eydna N. og Kirstin, hjálparfólk.
Spírar:Astrid og Jóhann.

Vit hava valt halda áfram at skipa okkum soleiðis, at baranagarðsstovurnar lata upp og steingja saman. Fyri at tað skal kennast "ruddiligari", hava vit valt at vit lata upp og steingja í Reynsstovu. Klokkan 16 hvønn dag, leggja Spírar, Rossástova og Reynsstovasaman í Reynsstovu.

Glyvurstova:
Sóley, námsfr., Elna, Rannvá, hjálparfólk. Vit hava sett Beintu Joensen i starv á Glyvursstovu. Beinta er útbúgvin ergoterapeutur og byrjar hon sum hjálparfólk 6. august. Vit ynskja Beintu at verða hjartaliga vælkomin.

Ljósástova
Beinta og Maja, námsfr., Eydna S og Joan, hjálparfólk.

Leivur og Karis hava valt at taka við øðrum avbjóðingum, vit ynskja teimum góðan eydnu og takk fyri tíðina saman her á Hamrinum.

Leiðsla:
Eg sjálv, sum leiðari, eri á einum longrivarðandi leiðslumenningar skeiði - LEKODA. Í tí sambandi havi eg millum annað virkað, sum sparringspartnari hjá leiðarunum í Býlingshúsinum Vesturi á Flat. Somuleiðis hevur hon virkað sum mín sparringspartnari. Tann leiðarin hevur valt at siga seg úr starvi, og hevur biði meg yvirtaka leiðararolluna hjá sær, til nýggjur leiðari verður settur 1. august 2012.
Hetta havi eg, í samráð við Tórshavnar Kommunu, valt at taka av. Tað vil siga, at eg frá mánadegnum 25. juni eri virkandi leiðari á Býlingshúsinum Vesturi á Flat, samstundis sum eg eri leiðari á Dagstovninum á Hamrinum.

Ítøkiliga verður tað skipa soleiðis, at eg verið á Flat mánadag, týsdag og fríggjadag. Á Hamrinum verið eg mikudag og hósdag. Í hesum tíðarskeiði, t.e. 25. junitil 1. august, fer Beinta Andrésen, varaleiðari, at verða á skrivstovuni mánadag og týsdag kl. 9-13. Hinar dagarnar verður hon sum vant í Ljósástovu. Fyri Beintu kemur Birita Ingadóttir at verða avloysari á Ljósástovu. Eftir 1. august verið eg aftur fulla tíð á skrivstovuni.

Vónandi taka tit øll væl ímóti hesi tíðaravmarkaðu ætlan. Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við undirritaðu. At enda vil eg ynskja tykkum øllum eina góða summarfrítíð.

Blíðar heilsan

Annika W. Jacobsen
Leiðari





«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo