Kunningarskriv mars 2013

 

Góðu foreldur
Vit hava í ár valt at arbeiða við evninum "kreativitetur". Hetta er alt árið 2013. Øll starvsfólk hava í januar verið á skeið í, hvussu vit kunnu arbeiða enn meir kreativt við børnunum. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu vit gera tað. Yvirordnað snýr tað seg um at vit vaksnu bjóða og geva børnunum møguleika at kunna menna síni kreativu evnir. Sí annars í námsætlanini um "skapandi evnir" á okkara heimasíðu. fFá mars til juli hava vit valt at samskipa kreativitet og evnið "vatn". Hetta er sjálvandi eisini ymiskt hvussu vit samskipa hetta. Tit eru vælkomin at spyrja meir til hetta á stovnunum.

Páska-klipp
Í komandi viku fara vit at hava páska-klipp saman við børnunum. Hetta verður skipa sum ymsik verkstøð á stovunum. Síðani hava børnini møguleika at fara runt í húsinum saman við starvsfólkunum.

Sálarfrøðiligur Fakfestivalur
14-15. mars verður tann árligi Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin. Aftur í ár hava vit valt at allir námsfrøðingar á Hamrinum luttaka. Vikar hjálpa til á stovunum teir dagarnar.

Foreldraviðtalur
Tær árligu foreldraviðtalurnar verða í mars/apríl. Hetta fáa tit nærri kunning um inni á stovunum.

Rørsludagur
Vit fara at hava ein "Rørslu-dag" har børnini fáa møguleika at royna nógv ymsikt úti. Dagurin verður skipaður við ymsikum aktivitetum, ið tey vaksnu hava ábyrgd fyri. Tann dagin bjóðar stovnurin okkurt gott at eta. Meir ítøkilig kunning kemur seinri. Dagurin verður 9. apríl.

Inklusión
11. og 12. apríl verður skipað fyri eini skeiði um Inklusión. Bent Madsen, ið er serfrøðingur innan økið, kemur til Føroya at hava dagskeið fyri námsfrøðingum og lærarum.
TK arbeiðir við at orða ein Inklusión-politikk fyri alt barna og ungdómsøkið. Vit starvsfólk ynskja at verða tilreiðar at taka ímóti teimum avbjóðingunum tí viðvíkjandi, tí hava vit valt at allir námsfrøðingarnir fara á skeið. Vikar hjálpa til á stovunum teir dagarnar.

Rennidagur 14. mai
Vit hava okkara árliga rennidag 14. mai. Tann dagin sleppa øll børnini saman við teimum vaksnu at renna út eftir Glyvursvegnum.

10 ára føðingardagur hjá dagstovninum
Í ár hevur stovnurin 10 ár á baki. Hetta fara vit sjálvandi at markera við at halda ein rimmar føðingardag fyri børn og vaksin. Dagurin verður hildin fríggjadagin 14. juni. Hetta fáa tit nærri kunning um, tá dagurin nærkast.

Ráðleggingardagar
Í ár hava vit ráðleggingadagar fríggjadagin 24. mai og aftur fríggjadagin 1. november. Teir báðar dagarnar er stovnurin stongdur. Evnini vit fara at arbeiða við teir báðar dagarnar er ikki endaligt avgjørt.

Kunning annars
Fleiri av tykkum hava óivað frætt at ongin forskúli verður komandi skúlaár á Skúlanum á Argjahamri. Tó verður arbeitt víðari við ætlanini at hava forskúla - evt 2014. Hetta merkir so at vit her á Hamrinum enn einaferð fara at hava eina stovu fyri teimum 6 ára gomlu burturav - Spírarnir :-)

Blíðar heilsan

Annika Wenningsted Jacobsen
leiðari





«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo