Kunningarskriv mars

Kunningarskriv mars 2012

Góðu foreldur,

Gott at koma "í gongd " aftur eftir verkfallið... J
Viteru sjálvandi fegin um, at hava fingið fyrireikingartíð við í sáttmálan, ikki tí, fyrireikað og eftirmett hava vit gjørt í FLEIRI ár. Munurin er nú tann, at vit hava fingið tað staðfest í sáttmálan.
Vit hava valt at brúka næsta ráðleggingardag til at finna útav, hvussu vit kunnu fáa fyrireikingartíðina hjá starvsfólkinum inn í arbeiðsskemaði.

Eg hugsaði, at kunna tykkum eitt sindur um, hvat vit arbeiða við her í húsinum. Í løtuni hava vit tvær 1.árs lesandi í starvsvenjing frá Føroya Pedagog skúla. Tær eru í vøggustovuni. Spírarnir og eg hava eisini ein lesandi frá Føroya Pedagogskúla. Hon er lesandi á triðja ári.

Arbeiðsamboðið "Stig fyri stig" hava vit valt at arbeiða við í barnagarðinum. " Stig fyri Stig" er eitt ítøkiligt námsfrøðiligt tilfar til stovnar, sum vilja arbeiða við sosialu førleikunum hjá børnunum. Tað gevur børnunum nøkur amboð og nakrar sosialar førleikar, sum tey kunnu brúka saman við øðrum børnum og til sín sjálvs. Í vøggustovunum eru tey so smátt eisini byrjaði við "stig fyri stig " fyri vøggustovu børn. Amboðið eitur "Start" og er tað ein "foreinklað" útgáva av "Stig fyri Stig".

Viðurkenning og tannviðurkennandi hugburðinum er framvegis nakað, ið vit arbeiða nógv við. Ì stuttum merkir viðurkenning at verða hoyrdur, sæddur fyri tann man er, og at ein er í eini stuðlandi og jaligari relatión við onnur.
Vit menniskju hava ein grundleggjanditørv á at blíva viðurkend av øðrum. Vit trívast og mennast best, tá vit eru í einum viðurkennandi umhvørvið. Vit fáa tá eina kenslu av vælveru og tryggleika og samstundis dirvið til at taka við nýggjum avbjóðingum.

Fyri at tryggja okkum, at vit starvsfólk gera tað vit siga og ynskja at gera í tí dagliga arbeiðinum, eru vit farin í gongd við eina sera spennandi verkætlan, ið hevur til endamáls at varpa ljós á, hvussu vit starvsfólk eru í relatiónini. Tí hava vit valt at brúka video. Starvsfólk í Glyvursstovu eru filmaði, og er ætlanin at fáa øll starvsfólk við í hesa verkætlan, ið hevur til endamáls førleika menna øll starvsfólkini. Ítøkiliga hvussu vit gera hetta, vita vit ikki enn. J

Vit arbeiða eisini við, hvussu stovurnar koma at verða eftir summarferiuna. Í fjør byrjaðu vit eina nýggja skipan av barnagarðsstovum og eru vit starvsfólk øll samd um, at vit ynskja at halda áfram við verandi skipan, tvs 2 barnagarsstovur og eina stovu har tey 6 ára gomlu eru

. Meir um hetta seinri.

Vit hava lagt eina ætlan fram til summarferiuna, har vit hava valt at taka evnir úr Námsætlani. ÌMars mánað eru sosialir førleikar í fokus. Apríl og mai er tað náttúran, ið er í fokus, og juni mðr hava vit valt at seta fokus á tónleik og rørslur.

Allir námsfrøðingar fara á skeið 22 og 23 mars. Tað er ein Sálarfrøðiligur Fakfestivalur. Teir dagarnir verða sjálvandi merktir av,at fleiri starvsfólk eru burtur. Men vit royna sum best,at tit og tykkara børn, fáa 2 eins góðar dagar sum altíð J

Ráðleggingardagur : 22. Juni, tá er stovnurin stongdur. Evnið : Fyrireikingartíð

Summarferian er í ár í viku 29, 30,31. Í ár er tað Dagstovnurin við Landavegin, ið hevur opið.

Vinarliga

Annika





«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo