Kunningarskriv oktober

Kunningarskriv

Góðu foreldur
Sum áður kunnað, so arbeiða vit við evninum “Siðir og Mentan” í september, oktober og november. Í desember mánað er fokus á “jól”

Brot úr námsætlani: Siðir og mentan

Samanhangur:

Tann mentan, vit liva í, hevur stóra ávirkan á, hvussu vit liva, og hvørji virði, vit hava sum menniskju. Tann serføroyska mentanin er eisini ein stórur partur av okkara samleika. Ofta er lættast at verða varug við okkara egnu mentan, tá vit møta øðrum, sum ikki eru líka sum vit sjálv. Tað føroyska málið, tónin og umgangsformurin á stovninum og í samfelagnum annars, er eisini mentanarberandi. At vit liva í einum fólkaræðisligum samfelag, er eisini partur av okkara mentan.

Mál:

Halda føroyskar siðir og høgtíðir.

Geva børnunum eina fatan av tí føroyska samfelagnum.

Læra um onnur lond og aðrar mentanir.

Geva børnunum eina fatan av, at øll eru ymisk

At vísa týdningin av okkara nærumhvørvi og náttúruni.

Tiltøk:

Vøggustovur og barnagarðar:

Vit halda fastalávint, grækarismessu, flaggdag, jól og páskir o.a. Eisini halda vit føðingardagar

Syngja føroyskar sangir, rím, ramsur, skjaldur og kvæði.

Lesa føroyskar bøkur. Vit eru limur í Barnabókaklubbanum, og fáa javnan nýggjar bøkur.

Arbeiða við list og skapandi evnum (sí skapandi evnir).

Stovnurin bjóðar av og á børnunum føroyskan mat.

Barnagarðar:

Arbeiða við serføroyskum evnum, so sum: at fiska, bátar, grind, fuglar, seyðahald, hagin og fjøran, o.a.

Hava ymiskar evnisvikur.

Tekna fløgg og hoyra um onnur lond.

Vitja virki og arbeiðspláss.

Tekin:

Tá børnini vísa gleði at vera úti. Tá børnini kenna siðirnar aftur. Tá børnini undrast um ymist og spyrja.

Tá ymiskleiki er ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi, og vit síggja, at børnini eru rúmlig og vísa tolsemi og góðtaka, at øll eru ikki eins.

Tiltak á stovninum
Tað er eisini í hesum sambandi at vit fara at fletta her á stovninum, í Rossástovu. Tann dagin verður sjálvandi alt ruddað burtur, soleiðis at til ber at fletta inni á stovuni. Øll børnini fáa møguleika at verða við. Tey børnini, ið ikki ynskja at verða við, verða saman við starvsfólki á stovuni og gera okkurt annað tiltak í samband við Siðir og Mentan. Vit halda hetta er eitt stuttligt og serføroyskt tiltak, og vilja vit gera nógv burturúr. Ítøkiliga verður tað skipað soleiðis:

· Týsdag 30/10 kl.10 : fletta vit í Rossástovu

· Mikudagin 31/10 kl. 10 : gera vit til, t.d. rullupylsu, svíða og tilgera seyðarhøvd

· Hósdagin 1/11 : eta vit døgurða, ið er suppa, seyðarhøvd, livur, hjørtur, blóðpylsa og kóka epli aftur við. Tá skulu børnini ikki hava matpakka við J

Vónandi taka tit eisini undir við hesum tiltaki, eru ivamál eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við starvsfólki ella undirritaðu J

o Kunning annars

o Stovnurin hevur stongt millum jól og nýggjár. Tað er 27. og 28. desember. Um so er, at tit hava tørv á plássi teir dagarnir, so hevur Dagstovnurin Kurl@ opið. Í ár verður tað skipað soleiðis, at tit sjálvi tekna tykkum til. Hetta verður gjørt á torshavn.fo. Freistin er 11. november.

o Føroya Pedagogfelag varð í juni í ár 30 ár. Í tí sambandi skipar felagi fyri einum fakfaknaði fyri limirnar tann 8. og 9. november. Tá fara starvsfólk her frá á skeið.

o Ráðleggingardagur verður 30. november. Vit fara at arbeiða við evninum samstarv, professionalitetur og hyggja at, hvussu stovnurin virkar sum organisatión og sum organisma. Eg havi bjóðað Jan Willemoes við til dagin.

o Eitt sindur um desember mðr J Í desember er sjálvandi “jól” og “jólahugni” á skránni. Vit hava í ár valt at verða við at stuðla tiltakinum “Í menniskjum góður tokki” . Hetta gera vit við at verða við til “Tann stóra bakidagin 2012”, ið verður fríggjadagin 7. desember. Ætlanin við tí tiltakinum er, at børn og starvsfólk hugnað sær við at baka, gera jólaprýði o.a. og síðan selja tað til tykkum foreldur ella onnur. Peningurin, ið inn kemur verður latin “Í menniskjum góður tokki” og verður óskert býtt út til tær familjur, ið søkja jólahjálp.
Hetta hoyra tit nærri um seinri.

o Eftir eitt væleydna jólahald í fjør, hava aftur í ár valt at hava jólahaldi inni á stovunum.

· Fríggjadagin 7. desember : tiltak “Í menniskjum góður tokki”

· Mikudagin 12. desember: Jóladøgurði til børnini.

· Hósdagin 13. desember kl. 15.30-17.00 Jólahald fyri børn, systkin og foreldur á stovuni.

o Maja, námsfrøðingur í Ljósastovu, hevur valt at siga seg úr starvi, og taka við øðrum avbjóðingum. Hon fer at flyta til Jerusalem, Ísarel. Maja verður her í starvi árið út. Vit vlija takka Maju fyri eitt sera gott samstarv, og takka henni fyri eitt sera gott arbeiði og nógvan góðan íblástur her á dagstovninum. Eingin ivi um, at børn, foreldur og starvsfólk fara at sakna Maju. Vit ynskja henni alt tað besta og góða eydnu við teimum nýggju avbjóðingunum í Jerusalem.

o Tann árligi felgasforeldrafundurin verður 30. Januar 2013. Meir kunning um hetta seinri.

Við ynski um eitt framhaldandi gott heyst

Annika W. Jacobsen
Leiðari





«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo