Leyst starv
Starvsfólk til Dagstovnin á Hamrinum
VIT SÓKNAST EFTIR:
·
Námsfrøðingi
til vøggustovu, 30-35 tímar, at byrja 1. desember ella eftir nærri avtalu
Um
námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
VIT VÆNTA:
- At tú tekur
stig, ert ágrýtin og nærverandi
- At tú hevur
hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag við virðing fyri tí
einstaka barninum og foreldrum teirra
- At tú
letur títt fríska íkast til starvsfólkabólkin
VIT BJÓÐA:
- Eitt starv við fevnandi arbeiðslagi og viðurkenning í miðdeplinum
- Eitt
stað, har náttúran er okkara nærmasti granni
- Eitt
arbeiðspláss, har skapandi gávur og hugflogið sleppur at royna sínar
veingir
- Ein
góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og yrkislig menning er raðfest
ovarlaga
SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin
9. november 2020, kl. 12:00.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini, virði og visjón við at venda sær til Sóley Samuelsen, leiðara, telefon 322003 og 214357. Eisini ber til at hyggja inná netsíðuna dag-ham.fo.