Leys størv

Námsfrøðingar til Dagstovnurin á Hamrinum

Hevur tú hug til gevandi, fjølbroyttar og stuttligar arbeiðsdagar, har námsfrøði er í miðdepli.

Vit leita eftir tær, sum ynskir eitt starv har eingir dagar eru eins. Vit eru ein starvsfólkahópur, ið gleða okkum at arbeiða saman við tær. 

Á Dagstovninum á Hamrinum eru 2 vøggustovur, Ljósástova og Glyvursstova. 2 barnagarðsstovur eru, Rossástova og Reynsstova, umframt Risastovu, har teir 6 ára gomlu Spírarnir húsast.

Dagstovnurin, liggur mitt í einum hugvekjandi náttúru umhvørvi, har hagin og óslætta lendið, stimbra undir kropsligu menningina hjá barninum. Hetta umhvørvið er eisini innbjóðandi til spæl, fordjúpan og spennandi rannsóknarferðir. Veðrið er sera skiftandi og sansastimbrandi. Hetta litar okkara gerandisdag, tí vit við hesum kringumstøðum kunnu gera dagarnar hjá børnunum ríkar og fjølbroyttar. 


Søkt verður eftir

Námsfrøðingi til okkara 6 ára stovu. Starvið er eitt námsfrøðiligt tiltak, har arbeitt verður miðvíst við sosialari og kensluligari menning. Starvið er tíðaravmarkað, á 30 tímar at byrja 1. mai til 15. juli 2022, tó við góðum møguleika at leingja starvið til á sumri 2023.

Námsfrøðingi til barnagarðsstovu, tíðaravmarkað vegna barnsburð at byrja 15. juni 2022 til 15. juni 2023 ella eftir nærri avtalu.

Námsfrøðingi til barnagarðsstovu, 30-35 tímar at byrja 1. august 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Námsfrøðingi til vøggustovu, 25-35 tímar at byrja 1. augsut 2022 ella eftir nærri avtalu.

Eisini hava vit tørv á einum avloysara.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.


Meir fæst at vita 

Vilt tú vita meir, kanst tú ringja til Sóley Samuelsen, leiðara, telefon 21 43 57. Til ber eisini at hyggja inn á okkara heimasíðu dag-ham.fo ella á Instagram https://www.instagram.com/dagstovnurina/


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 19. apríl 2022 kl. 12.






«2022»Í dag«Jun»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo