Túrur til Nólsoy

Vit vóru útferð til Nólsoyar í juni í dýrdarveðri. Tá vit vóru komin til oynna, fóru vit á vøllin at spæla trøllaprik og renna stafett. Tvær fittar gentur, sum byrja í Rossástovu í august vóru eisini við á túrinum fyrrapartin. Vit fóru ein gongutúr til Prinsessutoftirnar. Á Prinsessutoftunum hoyrdu vit søguna um prinsssuna í Nólsoy og spældu har. Aftanná vit høvdu etið okkara matpakka, spældu vit leingi í bønum. Vit fingu heitt kakao og bollar til millummála. Og so fóru vit endiliga oman á sandin at spæla, áðrenn vit skuldu við Ternuna aftur til Havnar. Tá ið vit silgdu kastaði Edna okkara fløskupost á sjógv, so nú er spennandi um onkur finnur hann.