31. mai var árligi rennidagurin hjá Dagstovninum á Hamrinum og í ár runnu vit niðan á Kongavarða. Vit høvdu rørslur úti allan mai, so vit vóru væl fyri. Øll í barnagarðinum komu niðan á Kongavarða og tað er sera flott klára. Tá ið vit komu oman til stovnin aftur fingu vit Sun Lolly ís og grillaðan pita-burgara í góðveðrinum.