Um stovnin

Á Dagstovninum á Hamrinum eru 2 vøggustovur, Ljósástova og Glyvursstova. Reynsstova og Rossástova eru barnagarðsstovur og tey 6 ára gomlu húsast í Risastovu, tey kallast Spírar.

Stovnurin er frá 2003, og hevur góðar umstøður - bæði inni og úti.

Vit á Hamrinum leggja dent á eina góða móttøku - at børn og vaksin kenna seg væl at koma inn í húsið. Vit eru eitt livandi stað, har menning og upplivingar fáa frítt spæl. Har nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, soleiðis at børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi.

Læring og spæl eru náttúruligir partar av okkara gerandisdegi. Vit arbeiða við tí Viðurkennandi hugburðinum, vit leggja dent á eitt jaligt og kveikjandi umhvørvið, og vit síggja møguleikar fram um forðingar. Vit hava ein jaligan hugburð til okkara arbeiðið, og eru tilvitaði um ta ábyrgd og uppgávu vit hava sum professionell starvsfólk. Vit virka sum eitt felags hús, har børnini kunnu vitja og spæla saman. Somuleiðis hava vit fleiri felgas verkætlanir saman.

Øll børn mennast, hvør í sínum lag. Vit taka støði í teirra sterku síðum og vilja virka fyri, at hvørt barnið, í so stóran mun til ber, fær brúkt øll síni evni. Øll børn hava rætt til luttøku í felagskapinum og vilja vit virka fyri at ØLL verða inkluderaði. Somuleiðis bjóða rammurnar á stovninum inn til fordjúpan, spæl og læring.

At kveikja tey kreativu evnini hjá børnunum, arbeiða vit tilvitaði við. Vit bjóða kreativar samlingar og møguleika møguleika at menna sínu kreativu evnir á ymsikan hátt.

Vit vaksnu eru álítandi, opin og erlig - og vit lurta, eisini tá vit eru ósamd. Vit tora og tola at hyggja inneftir, at verða undrandi og rannsakandi. Vit vilja menna og endurskoða, soleiðis at vit altíð eru tilreiðar at møta avbjóðingum.

Øll menniskju eru ymisk. Hetta merkir at vit mugu hava virðing fyri øðrvísi hugsanum, enn okkara egnu - at vit virða og viðurkenna ymisleikarnar hjá hvørjum øðrum.

Foreldrini eiga til eina og hvørja tíð at kenna tryggleika við stovnin og at hava álit á starvsfólkunum - og sjálvsagt eitt gott samstarv millum stovn og heim er høgt raðfest.

At hava tað stuttligt - børn og vaksin - er sjálvsagt ein sera týðandi partur av okkara arbeiði.

Afturvendandi tiltøk er nakað sum vit eisini raðfesta her á Hamrinum. Tað er garðdagur, jólahald, føstuhald o.a. og sjálvandi føðingardagar.

Um tit ynskja at hoyra meir um okkum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Image result for åbningstider

Upp & afturlatingar tíðir

Stovnurin letur upp kl 7.30 og letur aftur kl 17.00. Opið er allar vanligar yrkadagar.

Virksemið, bæði tað ætlaða og tað "spontana" byrjar kl. 09.30. Tí hevði tað verið gott um tit søgdu frá á stovuni um barn tykkara hevur frí ella um tit koma seinri enn kl. 9.30.


Image result for frugt og grønt

Matur

Stovnurin bjóðar børnunum millummála, frukt og mjólk hvønn dag.


Image result for balloner

Føðingardagar

Tá ið barnið fyllur, kann tað hava eitthvørt við at bjóða hinum børnunum á stovuni. Ætla tit at bjóða hinum børnunum á stovninum heim í føðingardag, eru tit vælkomin til tað.
Image result for time off

Frídagar

Stovnurin er stongdur 3 vikur um summarið og millum jól og nýggjár. Tó hevur Tórshavnar Kommuna eitt tilboð til tey børnini, ið hava tørv á at vera á stovni hesar vikurnar. Flaggdagin er eisini afturlatið, og grundlógardagin lata vit aftur kl. 12.00, stovnurin er eisini stongdur tveir ráðleggingardagar um árið.

Image result for allergi

Ovurviðkvæmi og sjúka

Um barn tykkara er ovurviðkvæmt fyri onkrum í mati, og ein læknaváttan fyriliggur, kann barnið fáa serkost. Tosa við starvsfólkið á stovuni um hetta.

Vit taka ikki ímóti sjúkum børnum ella børnum, ið eru illa fyri.

Starvsfólk geva ikki heilivág, uttan í heilt serligum førum, har heiligvágurin er lívsneyðugur fyri barnið. Ráðfør teg við starvsfólkini á stovuni.

Image result for clothes

Klæðir

Skiftandi føroyska veðurlagið ger, at tað er neyðugt hjá barninum at hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar við hvønn dag. Eyka sett av klæðum skal liggja í kassanum. Navn skal vera í øllum klæðunum. Foreldrini hava ábyrgd av at rudda og halda skil á klæðunum hjá barninum á stovninum.
Image result for traditioner

Siðvenja

Opið hús: Hvør stova bjóðar inn til onkran aktivitet ella verkstað, t.d. disko, perla, vøddamýking. Børnini kunnu sjálvi velja hvørja stovu tey vitja og hvønn aktivitet tey vilja verða við til.

Heyst: Vit fletta, tilgerða matin frá av slaktinum og eta ein góðan heystdøgurða saman.

Jól: Vit fara til jólagudstænastu saman við hinum dagstovninum á Argjum. Stovnurin bjóðar góðan Jóladøgurða. Jólafest er eisini fastur táttur.

Føstulávint: Starvsfólk spæla sjónleik fyri børnunum. Fara uppá gólv. Sláa tunnu úti á stovunum. Stovnurin bjóðar døgurða hendan dagin.

Páskir: Vit gera páskaprýði og hugna um á stovninum.

Sirkus: Spíarnir framføra sirkus fyri øllum børnunum á stovninum.

Garðdagur: Foreldur verða boðin til garðdag, har ymiskt er at gera úti í garðinum og prýða um.

Related image

Foreldrakaffi/morgunmatur

Nakrar ferðir um árið bjóða vit ein drekkamunn inni á stovuni, har børn og vaksin kunnu hugna sær saman, og tit hava møguleika at práta við hini foreldrini. Uppslag verður sett upp á talvuna í gongini nær tað verður.

Related image

Námsfrøðilesandi

Vit leggja dent á at vera ein undirvísingarstovnur, tí hava vit av og á námsfrøðislesandi í starvsvenjing. Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum og læra at samstarva og vera saman við børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum.

Hetta er lærurík fyri okkum og vilja vit virka fyri at geva teimum námsføðilesandi eina holla vitan innan dagstovnaøkið og fakið.






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
annikaw@torshavn.fo

 

Leiðari: Annika W. Jacobsen
lok 1 / 22 57 84

Ljósástova
lok 2 / 29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
lok 3 / 29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
lok 4/29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
lok 5/29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
lok 6/29 00 64
spirar@torshavn.fo